Klaksvík: Bileftirlitið gav sjúkrabilinum fleiri krossar, sum ber boð um, at hann hevur fleiri brek, sum skulu gerast aftur. Bilurin kann ikki nýtast til bráfeingis sjúkraflutning í tí standi, hann er í nú, og hann krevur fleiri ábøtur.
Sjúkrahúsið hevur tríggjar sjúkrabilar, men nú eru bara tveir tøkir. Tað er ikki nóg mikið til at nøkta tørvin, og portørarnir vilja heldur sleppa frá at brúka sjúkrabil við so álvarsomum breki, at hann ikki verður góðkendur. Tí verður tann sjúkrabilurin als ikki nýttur av portørunum.
Jens Jacobsen, yvirportørur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at tveir sjúkrabilar eru ikki nøktandi.
Kostnaðarmiklar umvælingar
Av teimum trimum sjúkrabilunum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tveir teirra eldri enn tíggju ára gamlir, meðan tann triðji er nýggjur og varð keyptur í summar.
Teir báðir gomlu bilarnir eru báðir Mercedes. Hesin, sum nú ikki varð góðkendur, er tólv ára gamal. Hann hevur lagt nógvar kilometrar afturum seg. Sjúkrabilurin hevur millum 400 og 500 túsund kilometrar á teljaranum, og tá eru bilar sjáldan skikkaðir at standa fyri sjúkraflutningi.
Umvælingingarnar, sum bileftirlitið krevur, fara at kosta omanfyri tær 100.000 krónurnar, og tá er spurningurin, um tað ikki loysir seg betur at keypa ein nýggjan sjúkrabil.
- Vit meta ikki, at bilurin er verdur at gera aftur. Sjúkrabilurin er tólv ára gamal, og hevur koyrt nógvar kilometrar. Umvælingarnar fara at kosta nógvan pening, og tað eru burturspiltir pengar at umvæla bilin. Tí hava vit skrivað eina umsókn, har vit søkja um nýggjan sjúkrabil, sigur Jens Jacobsen.
Vónin er at fáa ein nýggjan bil komandi ár, tí boð eru givin um, at einki nýtt verður keypt aftur í hesum árinum.
Hin Mercedes bilurin er ellivu ára gamal og hevur koyrt eini 300.000 kilometrar. Hann varð settur í vár, tá hann hevði verið á Bileftirlitinum. Bilurin er keyptur úr Svøríki og er heldur ikki í besta standi. Hann heldur neyvan nógv ár afturat.
Tí er stórur tørvur á nýggjum sjúkrabili at taka sær av sjúkraflutningi í Norðoyggjum.
Illa tærdur
Bilurin er gamal, og tí er hann illa tærdur í fleiri støðum. Brúgvin har frammi er illa farin og skal skiftast. Runt um búsningarnar er tørvur á ábótum. Akslarnir eru eisini tærdir.
Tá portørarnir ikki meta, at besta loysnin er at umvæla bilin, tí hann er gamal og illa farin, mæla teir leiðsluni til at keypa ein nýggjan bil í komandi ári.
Brævið við umsóknini er júst komið fram, og tí er eingin avgerð tikin hesum viðvíkjandi.
Tað ljóðar, at peningur er settur av á fíggjarlógini bara til at keypa nýggjar sjúkrabilar, og portørarnir vóna, at hesin peningur fer at koma sjúkrahúsinum til góðar.