Sjúklingurin við Svartaperi

At Landssjúkrahúsið (LS) ikki megnar at halda játtan og eina javna viðgerðargongd alt árið samstundis, hevur verið afturvendandi. Tað hevur havt sera óhepnar avleiðingar við sær fyri sjúklingar, avvarandi og starvsfólk. Støðan er órviðilig og má halda uppat.

Støðan á LS óvirðilig
Í skrivani stund eru vit vitni til somu syrgiligu afturvendandi søgu . Doyggjandi sjúklingar og avvarandi hava ikki umstøður, sum sømir seg slíkum. Illa sjúk fólk liggja á gongini. Skurðviðgerðir verða ikki framdar og kennast bíðitíðirnar ótolandi. Og starvsfólkini eru ovbyrjað orsaka av óregluligu viðurskiftiunum, sum tíverri alt ov ofta valda, tá líður á árið og greitt er, at játtanir ikki fara at halda.

Hóast stjórar og landsstýrisfólk eru sagd úr starvi á LS seinnu árini, sita sjúklingar, tey avvarandi, og starvsfólkini framvegis við Svartaperi.

Støðan er óbroytt, óvirðilig og má halda uppat beinanveg!

Akkutta støðan má loysast alt fyri eitt
Um tað var rætt at loysa stjóran á LS úr starvi, fari eg ikki inn á í hesum sambandi. Kortini kann sláast fast, at tað at sekkja ein stjóra í sjálvum sær ikki loysir akuttu ótolandi støðuna hjá sjúklingum, avvarandi og starvsfólki.

Landsstýrismaðurin, Aksel V. Johannesen, má tí fara til verka alt fyri eitt, og finna eina virðiliga loysn, fyri tey, sum eru ringast fyri.

Framtíðar sjúkrahúsverkið í Føroyum
Eitt er akutta støðan, annað er at gera enda á afturvendandi trupuleikanum innan føroyska sjúkrahúsverkið.

hvussu tryggja vit okkara sjúku viðgerð á minst sama støði, sum okkara grannar, alt árið?

hvørjar skipanir skulu setast í verk, sum tryggja, at nýtsla av nýggjum neyðugum framkomnum heilivági ikki kollsiglir restina av sjúkrahúsverkinum?

Er fíggjarstýringin nóg neyv, hava vit rætta leiðslubygnaðin, keypa vit har tað er bíligast, hava vit gjørt okkum greitt, hvørjar tænastur vit ynskja, at sjúkrahúsverkið skal veita og hvussu nógv eru vit sinnað at gjalda fyri tænasturnar?

Allir hesir og ivaleyst aðrir við, eru spurningar, sum politiska skipanin má taka støðu til. Tí tað er avgerandi neyðugt at fáa í lag eitt sjúkrahúsverk, hvørs fremsta mál er at seta sjúkling og avvarandi í miðdepilin alt árið.

Ikki fyrr enn tá kunnu leiðsla og starvsfólk innan sjúkrahúsverkið sigast at hava fingið nøktandi karmar at virka undir.