Kaldur ótryggleiki!
Hesi bæði orðini lýsa væl støðuna á landsins stórsta arbeiðsplássi, Landssjúkrahúsinum
Sjúkrahúsleiðslan hevur boðað frá, at í ár fara at resta uml. 8 mió. kr. í á rakstrinum. Tí skal sparast, og tað eru enn eina ferð sjúklingar og starvsfólk, ið skulu gjalda prísin!
- Aftur og aftur verða sjokkbylgjur sendar inn í føroyska sjúkrahúsverkið. Langtíðarárini eru álvarslig. Menningin av viðgerð og –røkt, fær stóran skaða og steðgar upp, sigur Vár í Gong, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktararfrøðingar.
Fyri mong kann hetta helst ljóða sum ein endurtøka av knarri ár undan ári, og tað kann eisini arga summi. Hinvegin er neyðugt at skilja, hvussu skaðilig politiska vanstýringin er.
- Úrslitið er, at føroyskir sjúklingar í seinasta enda ikki fáa nøktandi heilsutilboð, ið hoyrir heima í einum hvørjum vælferðarsamfelag. Tað er ein sera álvarslig støða, sigur Vár í Gong.
Hvør orsøkin er til, at játtanin til sjúkrahúsverkið ongatíð røkkur, vil Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki taka støðu til. Hinvegin heitir felagið á allar partar – eisini Landsstýrið og fíggjarnevnd Løgtingsins – um opið og konstrutivt at hyggja at støðuni í dag.
- Um tað gerst neyðugt, mugu stig takast til at eftirmeta og kannað viðurskiftini á virðiligan hátt. At fremja sparingar í óðum verkum er ikki loysn, sigur Vár í Gong, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
- Visiónin er, at sjúklingurin skal vera í fokus, men aftur í ár er fokus einamest á sparingar og skerjingar. Tað er óhaldbart, sigur Vár í Gong.