Sjúklingur lá fastspentur í 43 dagar

Í frágreiðingini hjá løgtingsins Umboðsmanni kemur undan kavi, at ein sjúklingur hevur verið fastspentur í 43 dagar á Psykiatriska deplinum.

 

Sambært psykiatrilógini má fastspenning einans nýtast at fyribyrgja, at ein sjúklingur setir seg sjálvan ella onnur í ítøkiligan vanda, at ein sjúklingur jagstrar ella er øðrum sjúklingum til ampa ella ger herverk í ikki týdningarleysan mun.

 

Løgtingsins Umboðsmaður skrivar, at í teimum 14 førunum var altíð nýtt sum grundgeving, at vandi var á ferð.

 

Sambært hesum metir Psykiatriski depilin altso, at ein sjúklingur í 43 dagar á rað var til vanda fyri seg sjálvan ella onnur á deplinum.

 

Løgtingsins umboðsmaður hevur kannað 14 fastspenningar. Tær 14 kanningarnar vardu úr fimm tímum upp í 43 dagar, skrivar Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at lógin ásetir, at fastspentir sjúklingar skulu eftirkannast minst tríggjar ferðir um døgnið, við jøvnum millumbilum, fyri at meta um, hvørt tvingsilsfastspenningin skal halda fram. Minst ein av hesum skal gerast av einum lækna.

 

Sólja í Ólavsstovu sigur, at í níggju av teimum 14 førunum er greitt, at ein slík eftirkanning ikki skrásett at verða gjørd tríggjar ferðir um samdøgrið, eins og at í fleiri førum eru tær metingar, sum gjørdar eru, ikki javnt býttar yvir samdøgrið.

 

Tað er eftir at Løgtingins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan á Psykiatriska Deplinum hin 20. oktobur 2016. Fastspenningarnar, sum Løgtingsins Umboðsmaður hevur kannað, vóru frá 1. januar til 31. august 2016.

 

Løgtingsins umboðsmaður vísti á fleiri atfinningarsom viðurskifti eftir vitjan sína. Umframt manglandi eftirkanningar, vísti hon eisini á, at einki eftirlit var við heilivágsgoymsluni á psykiatriska deplinum og at bað- og vesiumstøðurnar hjá sjúklingunum vóru alt annað enn nøktandi.

 

Les eisini: Kritikkur av psykiatriska deplinum