Sjúklingur kundi doyð í sjúkrabilinum

Tá ið ein sjúkrabilur herfyri var í Funningi eftir einum sjúklingi, fingu portørarnir onki gjørt, tí sjúkrabilurin skramblaði so illa á tí ringa

vegnum, at tólini til fyrstuhjálpina fingust ikki at virka

- Landsvegurin ímillum Funning og Funningsbotn er ein tann óslættasti høvuðsvegurin í landinum og hann lýkur als ikki krøvini til ein nútíðar koyriveg.

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.

Hann hevur tískil spurt landsstýriskvinnuna í innlendismálum, Anniku Olsen, hvat hon ætlar at gera við málið.

Hann sigur, at veruleikin er, at vegurin er so vánaligur, at í ringasta føri kann tað kosta mannalív.

Og tað var júst tað, sum kundi hent nú einaferð, ein maður í Funningi kom so illa fyri, at ringt var á alarmsentralin, sum beinanvegin sendi sjúkrabil eftir manninum, tí mett var, at hann mátti á Landssjúkrahúsið í stundini.

Men tað kundi enda heilt galið.

- Vegurin er so óslættur, at portørarnir fingu onki gjørt, tí sjúkrabilurin hoppaði og skroppaði so illa, at teir fingu ikki brúkt tólini, sum vóru neyðug fyri at hjálpa sjúklinginum.

Tað var ikki fyrrenn at tey komu á slættari veg, at tólini virkaðu aftur so at sjúklingurin kundi fáa neyðugu viðgerðina í sjúkrabilinum.

Kári P. Højgaard legði afturat, at í hesum føri spældi tað kortini væl av og sjúklingurin fekk ikki varandi mein.

Hann hevur fingið at vita, at uppstendur ein støða sum hendan einaferð afturat, hevði sjúkrabilurin allarhelst tikið leiðina upp um Eiðisskarð, hóast tann vegurin er bæði smalur og krókutur og nakað væl longri enn beinleiðis vegurin framvið fjørðinum.

Kári P. Højgaard sigur, at tað er onki gjørt við vegin síðani í 1988, ella í góð 20 ár og hann heldur ikki, at tað er forsvarligt, at ein vegur skal fella í slíka órøkt, sum støðan er í hesum føri, samstundis sum fleiri nýggir vegir verða gjørdir.


Kann onki siga

Annika Olsen staðfesti, at bara ein kilometur av vegnum er asfalteraður og at tað fer at

kosta níggju milliónir at asfaltera teir fimm kilometrarnar, sum eru eftir.

Hon staðfestir eisini, at á fíggjarlógini í ár, er onki sett av til endamálið og tí fær hon onki sagt um, nær vegurin verður gjørdur.

Tórbjørn Jacobsen ásannaði, at vegurin er vánaligur tó at hann ikki helt, at hann var heilt so vánaligur, sum Kári P. Højgaard vildi hava tað til.

Men hann helt, at tað ljóðar álvarsligt, at tað skal vera so óslætt at tólini í sjúkrabilinum ikki fáast at virka.

- Nú nærkast vit teirri støðu, at vit hereftir fara at brúka tyrluna til neyðsendarørindi í Funningi, heldur enn sjúkrabil, segði Tórbjørn Jacobsen.