Sjúklingavegleiðingin á Ríkissjúkrahúsinum heldur fyribils fram óbroytt. Tað var úrslitið av fundi, sum hildin varð í Keypmannahavn mikudagin.
Uppskotið hjá leiðsluni á Hotel Tórshavn um at umskipa sjúklingavegleiðingina á Ríkissjúkrahúsinum hevur møtt mótstøðu.
Fleiri, teirra, sum á einhvønn hátt hava havt okkurt við vegleiðingina at gera, halda ikki, at tað er rætt, tá leiðslan á Hotel Tórshavn metir, at bert er brúk fyri vegleiðing seks tímar um vikuna. Tað er alt ov lágt sett, halda tey, og mæla hivegin til, at tímatalið veður økt.
So mikið av kjakið hevur staðist av hesum málinum, at avtalaður varð fundur millum leiðsluna á Hotel Tórshavn og vegleiðaran.
Eleonora Olsen, sum er sjúklingavegleiðari, sigur við Sosialin, at hon á fundinum mikudagin legði síni sjónarmið fram, eins og leiðslan hevði síni.
Fundurin kom ikki til nakra niðurstøðu, sigur Eleonora Olsen, uttan ta, at hildið varð best at bíða við at taka nakra endaliga avgerð, til nýtt landsstýri var skipað í Føroyum, og tað soleiðis fekst at vita frá nýggja landsstýrismanninum, sum fer at varða av málinum, hvussu ynskiligt verður, at skipanin skal vera í framtíðini.
Tískil heldur verandi skipan við sjúklingavegleiðing á Ríkissjúkrahúsinum fram sum higartil. Í hvussu er til ein nýggjur landsstýrismaður vil nakað annað, sigur Eleonora Olsen.
Tað eydnaðist ikki at hitta leiðaran á Hoel Tórshavn áðrenn blaðið fór til prentingar.










