Sjúklingatryggingarlógin og Endurgjaldsábyrgdarlógin enn ikki settar í gildi

Nú eru knapt 10 ár liðin, síðan lógirnar um sjúklingatrygd, endurgjaldsábyrgd og vanlukkutrygging vóru til viðgerðar á Føroya Løgtingi, og tær hava verið til viðgerðar fleiri ferðir síðan, men enn eru tær báðar fyrstnevndu ikki settar í gildi í Føroyum

Tó varð lógin um sjúklingatrygging viðtikin á Føroya Løgtingi í januar 1999 eftir at Sjálvstýrisflokkurin legði hana fram, men hon kann ikki setast í gildi fyrr enn Endurgjaldsábyrgdarlógin (Lov om erstatningsansvar) verður sett í gildi í Føroyum, og Endurgjaldsábyrgdarlógin kann ikki setast í gildi fyrr enn nýggj vanlukkutryggingarlóg er sett í gildi, (sambært fyrispurningi 100-24 frá 2005). Verandi vanlukkutryggingarlóg er frá 1966. Í Danmark kom nýggjari lóg í 1978 í staðin fyri tað gomlu “Ulykkesforsikringsloven”, tann nýggja verður nevnd Arbejdsskadesikringsloven. Í 2007 kom aftur ein nýggj lóg ístaðin fyri ta fyrru, henda nevnist Arbejdsskadeloven, kunngerðin eitur “Bekendtgørelse af lov om arbejdsskadesikring”. Tað sær út til, at vit yvirhøvur ikki fylgja við á lógarøkinum sum gevur borgarum okkara rættartrygd, við tað at ein persónur kann fáa endurgjald, um hann/hon hevur verið úti fyri arbeiðsvanlukku. Lógin frá 1966 er yvir 40 ára gomul og má vera avolda, tað hendir jú so nógv nýtt á arbeiðsmarknaðinum, at lógirnar mugu endurnýggjast, so hvørt sum tørvur er á tí.

Ein avleiðing av, at sjúklingatryggingarlógin ikki er sett í gildi enn, er tann at sjúklingar, ið fáa skeiva viðgerð í føroyska heilsuverkinum, skulu sjálvir kunna prógva, at ein feilur er hendur. Ikki allir sjúklingar hava orku til tað, meðan tey eru sjúk. Um feilurin var farin fram á t.d. einum donskum sjúkrahúsi, so var tað als ikki er neyðugt hjá sjúklinginum at prógva nakran feil. Har er tað grund nokk til endurgjald, um skaðin við rímiligari vissu kann sigast at verða komin orsaka av (...) og so verða 4 ymiskar grundir nevndar í lógini (sí nærri HYPERLINK "http://www.patientforsikringen.dk/loveogpraksis/patientforsikringsloven.html" www.patientforsikringen.dk/loveogpraksis/patientforsikringsloven.html). Lógin vísir í fleiri førum til endurgjaldsábyrgdarlógina, men henda er ikki sett í gildi í Føroyum enn, hóast hon hevur verið løgd fyri Løgtingi 3 ferðir í 1999, 2002 og 2003 (samb. www.logting.fo). Eg dugi ikki at síggja, um hon hevur verið fyri nýliga.

Í komandi valskeiði eiga allar tríggjar lógirnar at setast i gildi skjótast møguligt. Tað er ikki rímiligt, at føroyskir sjúklingar eru verri fyri enn sjúklingar úr okkara grannalondum, tá tað ræður um at fáa endurgjald fyri skeiva viðgerð o.l. Danska sjúklingatryggingarlógin “Patientforsikringsloven” frá 1997 er longu sett úr gildi í Danmark og ístaðin er sett í gildi at virka frá 1. Januar 2007  HYPERLINK "http://www.patientforsikringen.dk/loveogpraksis/lovomklageogerstatningsadgang..html" "Lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet". Vit eiga tí ikki bert at hyggja eftir tí gomlu lógini frá 1997 men eisini tí nýggjastu lógini frá 2007. Tað týdningarmiklasta av øllum er tó, at allar lógirnar á hesum øki verða settar í gildi skjótast gjørligt til tess at rættartrygdin hjá føroyingum kemur í hásæti – bæði innan og uttanfyri heilsuverkið.