Ein grønlendsk sendinevnd, sum hevur vitjað íslendska heilsuverkið, er so væl nøgd við vitjanina, at hon hevur gjørt av at víðka verandi avtalu um samstarv á heilsuøkinum. Annh Birkekær Kjeldsen, aðalstjóri í grønlendska heilsumálaráðnum, sigur við KNR, at næsta ár fer grønlendska heilsuverkið at senda akuttar sjúklingar til Íslands til viðgerðar.
Í fyrsta umfari verður talan um 70 sjúklingar um árið.
Harumframt ætla londini eisini at lata starvsfólk í heilsuverkinum arbeiða hjá hvør øðrum stytri tíðarskeið.