Sjúklingar sleppa ikki av landinum til viðgerðar

SJÚKRAFLUTNINGUR: Fleiri føroyskir sjúklingar liggja og bíða eftir at sleppa uttanlands til serviðgerð, men fyribils hevur talan ikki verið um tilburðir, har tað hevur staðið um lív. Men í morgun var ætlanin at flyta eitt sjúkt barn til Danmarkar, men tað sluppu tey ikki

Flogbannið hevur eisini rakt sjúkraflutningin úr Føroyum til serviðgerð uttanlands, sera meint.
Allan Skaalum, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at flogbannið fevnir eisini um hernaðarflúgving og ambulansuflúgving og tí hevur ikki borið til at fingið nakran sjúkling uttanlands í viðgerð síðani flogbannið varð sett í verk.
- Vit hava spurt okkum fyri og fingið at vita, at flogbann merkir flogbann, eisini fyri sjúkraflutning, sigur hann
Avleiðingin er, at nú liggja fleiri føroyskir sjúklingar og bíða eftir at sleppa uttanlands í viðgerð.
Hann vil ikki seta tal á, men hann leggur afturat, at hetta er ein øgiliga óheppin støða at vera í.
Men hann sigur, at talan er partvís um sjúklingar, sum skuldu til Danmarkar til ymsar viðgerðir, sum hevur verið ásett í eina tíð.
Hinvegin er talan eisini um sjúklingar, har tað hevur havt størri ella minni skund at sleppa av av landinum í viðgerð.
Talan hevur kortini ikki verið um tilburðir, har tað hevur staðið um lív, sigur Allan Skaalum.

Fylgja væl við
Allan Skaalum sigur, at fyribils er onki at gera og Landssjúkráhúsið tekur hond um hesar sjúklingar so væl, sum tilber og higartil hevur tað gingið væl.
Onkrir sjúklingar eru kortini farnir til Danmarkar við Norrønu.
- Vit kanna støðuna alla tíðina og vísir tað seg, at flogið verður, kanna vit eftir, sum vit hava sjúklingar, sum kunnu fáa røttu viðgerðina, har sum flogið verður til.
Einstakar flogferðir hava verið til Íslands og Noregs, men vit høvdu ongan sjúkling, sum tað var relevant at senda hagar, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum.
Hinvegin eru tað so eisini nógvir sjúklingar, sum eru strandaðir uttanlands og ikki sleppa heim eftir lokna viðgerð, men samanumtikið er tað kanska ein minni trupulleiki, leggur hann afturat.

Sluppu ikki til Danmarkar við sjúkum barni
Flogbannið umfatar eisini sjúkraflutning.
Tískil slapp Atlantsflog ikki til Danmarkar í morgun við einum sjúkum barni.
Tað upplýsir Sámal Danielsen, flogovasti hjá Atlantsflogi.
Hann sigur, at flogbann merkir flogbann, eisini fyri sjúkraflutning.
Sum Allan Skaalum sigur, liggja fleiri føroyskir sjúklingar og bíða eftir at sleppa uttanlands til serviðgerð.
Og í morgin komu tey í teirri støðu, at tey vildu hava eitt sjúkt barn til Danmarkar beinanvegin.
- Vit kannaðu málið hjá loftferðslumyndugleikunum, men vit fingu at vit, at vit fingu ikki loyvið at flyta sjúklingin til Danmarkar, tí flogbannið umfatar eisini sjúkraflutning, sigur Sámal Danielsen.
Sostatt bar ikki til at fáa undantaksloyvi til hendan sjúkraflutningin.