Tað er ikki ætlanin, at sjúklingar, sum verða liggjandi á sjúkrahúsi, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir, skulu gjalda fyri tað í framtíðini.
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Tað vóru tær tríggjar tingkvinnurnar, Sirið Stenberg og Gunvør Balle úr Tjóðveldi, umframt Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, sum vildu hava Karsten Hansen at greiða frá, um ætlanin er at krevja gjald fra sjúklingum, sum eru liðugt viðgjørdir, men sum ikki kunnu útskrivast tí at onki tilboð er til teir á Nærverkinum.
Hetta kom annars fram um vikuskiftið, tá ið Portalurin greiddi frá, at landsstýrismaðurin hevur sent eitt uppskot til hoyringar um at fáa heimild at krevja gjald fyri fólk, sum verða liggjandi á sjúkrahúsi, hóast tey eru liðugt viðgjørd.
Karsten Hansen vísir á, at fleiri fólk liggja, sum ikki eru sjúklingar og tað er ein óvirðilig støða.
Hann vísir á, at í Danmark er sami trupulleiki. Har eru tað kommunurnar, sum hava røktarskylduna av hesum fólkum, og tað eru tær, sum fáa rokningina fyri hesi fólkini og hon er 1870 krónur um dagin.
Í uppskoti, sum er sent til hoyringar, nevnir Karsten Hansen, at endamálið er at krevja sama gjald fyri sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsunum, sum verður kravt fyri sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir á psykiatriska deplinum, men sum verða búgvandi á deplinum.
Tey, sum verða búgvandi á Psykiatriska deplinum, rinda sjálvi 180 krónur um dagin.
Annars sigur Karsten Hansen, at Landssjúkrahúsið sigur, at tað kostar næstan 3000 krónur um dagin at hava fólk liggjandi á sjúkrahúsinum.
Karsten Hansen sigur, at fyribils er bara talan um at fáa eina heimild at krevja gjald fyri sjúklingar, sum verða liggjandi á sjúkrahúsi eftir at teir eru liðugt viðgjørdur.
Men enn er ongin støða tikin til, hvussu stórt gjaldið skal vera, ella, hvør skal rinda.
Men hann sigur, at ætlanin er ikki at leggja stein á byrðu, men at fáa tey, sum hava ábyrgdina, til at taka ábyrgdina.
Tí sær landsstýrismaðurin fyri sær, at rokningin verður send Almannamálaráðnum.
Samstundis heitir hann á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um at útvega fleiri røktarheimspláss, tí tað er hon, sum sparir nógvar pengar av hesum.
Leggjast kann afturat, at fleiri onnur tingfólk tóku orðið og tey tóku ikki undir við, at sjúklingar skulu sjálvir rinda fyri at liggja á sjúkrahúsi.