–Tað einasta eg vil, tað er at finna okkurt, sum kann geva mær ein linna fyri mína sjúku. Tað sigur Gunnvá Tróndardóttir Joensen úr Klaksvík.
Á summri í 2015 fekk Gunnvá diagnosuna sclerosu, og hóast hon hevði livað við sjúkuni í fleri ár frammanundan, so kom hon tá í heilsuverkið, og hon fekk tá bjóðað ein ávísan heilvag, sum tey nevna fyrsta val til nýdiagnoseraði. Hetta er ein ógvusligur heilivágur, sum er sterkur og hevur síni hjáárin. Hon føldi onkursvegna, at hon mátti taka av, tí annars gjørdi hon ikki alt tað, sum hon kundi fyri at linna sjúkuna.
Hon bílegði tí sjokolátabønir við kannabis í av netinum. Tíðin gekk, og sjokolátabønirnar, sum Gunnvá hevði bílagt komu ongantíð fram, men ein dagin ringir telefonin, og hon varð eitt sindur kløkk, tá ið boðini í hinum endanum vóru, at at tað var frá narkopolitiinum.
Les eisini: Tilvildarligur forsprákari fyri kannabis
Tí heldur hon, at tað er so púra sjálvsagt, at kommunulæknar fáa heimild til at geva sjúklingum heilivág við kannabis í.
– Sum støðan er nú, eru slíkir sjúklingar tvingaðir til at fáa útvega sær hendan heilivágin á svarta marknaðinum, og tað er rættiliga óheppið. Í fyrra lagi tvingar tað illa sjúk fólk í lógloysi, og harafturat kemur tað, at í roynd og veru er ongin trygd fyri, hvat er í heilivági, sum verður keyptur á svarta marknaðinum, sigur hon.
– Tá hevði tað verið betur fyri allar partar, at tað vóru kommunulæknar, sum fáa heimild at geva henda heilivágin, tí so er tað heilsuverkið, sum umsitur heilivágin. Og tá fæst trygd fyri, at dygdin er, sum hon eigur at vera, sigur Gunnvá Tróndardóttir Joensen.
– Tað einasta sjúklinga vilja, er at fáa linna fyri eini herviligari sjúku, so eg vóni at okkurt seriøst og ítøkiligt verður gjørt, so vit fáa atgongd til hetta hendan vegin, sigur hon.