Níggju av 10 sjúklingum nøgdir við føroyska sjúkrahúsverkið Tann fyrsta frágreiðingin um sjúklinganøgdsemi, sum er gjørd í Føroyum, vísir, at føroyingar eru sum heild væl nøgdir við sjúkrahúsverkið.
Kanningin fevnir um øll sjúkrahúsini. 89 prosent av 540 sjúklingum, sum vóru lagdir inn á sjúkrahúsunum frá hálvum september til hálvan desember í fjør, geva sjúkrahúsunum sera gott ella gott skoðsmál.
89 prosent av sjúklingunum eru sera væl nøgdir ella væl nøgdir við innleggingina. 95 prosent av teimum spurdu siga seg hava álit á røktarstarvsfólkunum, og 90 prosent siga seg hava álit á læknunum. Næstan 90 prosent siga seg verða nøgd við viðgerðargongdina, og umleið 90 prosent siga seg vera nøgd við samskiftið.
Klaksvíkar sjúkrahús er tað av teimum trimum sjúkrahúsunum, sum sjúklingar eru mest nøgdir við, Suðuroyar Sjúkrahús er næstbest, og niðast er Landssjúkrahúsið.









