Nú er stórur vandi fyri, at føroyska heilsuverkið aftur verður rakt av verkfalli.
Hetta kemur í kjalarvørrinum á, at stríðið ímillum portørarnar í heilsuverkinum alsamt harðnar.
Vandin fyri verkfalli hevur leingi ligið og lúrt.
Men nú er so lagt upp til eina endaliga uppgerð, har stórur vandi er fyri, at tað endar við, at nógv teir flestu portørarnir fara at leggja arbeiðið niður.
Stríð um feløg
Hendan støðan er íkomin, eftir at ósemja fyri nøkrum mánaðum síðani tók seg upp ímillum portørarnir um, hvørjum fakfelag, teir skulu vera í.
Higartil hava portørarnir verið limir í Havnar Arbeiðsmannafelag og tað er eisini arbeiðsmannafelagið, sum hevur havt rættin at samráðst við fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri portørarnar.
Men fyrr í ár tóku meginparturin av portørunum seg úr Havnar Arbeiðsmannafelag og meldaði seg inn í Starvsmannafelagið og kravdi harafturat, at Starvsmannafelagið fær samráðingarrættin.
Hótta við verkfalli
Samstundis gjørdi Starvsmannafelagið greitt, at tað fór at krevja samráðingarrættin fyri portørarnar.
Og fyri at seta trumf á síni krøv, staðfesti Starvsmannafelagið, at tá ið sáttmálin um portørarnar fer úr gildi, skulu nýggjar samráðingar verða við Starvsmannafelagið og ikki við Havnar Arbeiðsmannafelag.
Samstundis gjørdi felagið greitt, at teir portørar, sum eru limir í Starvsmannafelag, fara ikki at kenna eg bundnar av einum nýggjum sáttmála, sum er gjørdur við Havnar Arbeiðsmannafelag
Tað merkir, at so fara allir portørarnir í Starvsmannafelagnum at leggja arbeiðið niður, hevur Starvsmannafelagið boðað púra greitt frá.
Sáttmálin um portørarnar fór úr gildi tann 1. oktober í 2007, men hann varð ikki uppsagdur og siðvenja er, at so leingi, ein sáttmáli ikki er uppsagdur, heldur hann fram.
Síðani hava Havnar Arbeiðsmannafelag og Fíggjarmálaráðið samráðst um at leingja sáttmálan, men tær samráðingarnar eru ikki komnar á mál enn.
Men nú hevur Havnar Arbeiðsmannafelag sagt sáttmálan upp frá 1.apríl.
Sostatt skal samráðast um nýggjan sáttmála, sum skal fáa gildið frá 1. apríl.
Og nú er tað, at knúturin kann verða so fastur, at tað endar við verkfalli.
Virða samráðingarrættin
Snorri Fjallsbak, leiðari á fíggjardeildini í fíggjarmálaráðnum, sigur, at tey hava spurt Starvsmannafelagið, um tað stendur fast við kravið um, at nýggjur sáttmáli skal gerast við Starvsmannafelagið, annars verður verkfall.
Tann spurningin hava vit ikki fingið svaraðan enn, staðfestir leiðarin í lønardeildini.
Men hann staðfestir samstundis, at Havnar Arbeiðsmannafelagið hevur havt samráðingarrættin og tað virðir lønardeildin hjá fíggjarmálaráðnum.
- So leingi ein tann einasti portørur er eftir í Havnar Arbeiðsmannafelag, fer lønardeildin hjá fíggjarmálaráðnum at samráðast við arbeiðsmananfelag, sigur Snorri Fjallsbak.
Tað er eisini staðfest, at so verða hedur ongar samráðingar við Starvsmannafelagið, tí leiðarin á lønardeildini hevur áður staðfest fyri Sosialinum, at tað kemur ikki upp á tal, at samráðingar verða við fleiri feløg um eitt og sama sáttmálaøki.
Taka allir samlir portørarnir seg úr Havnar Arbeiðsmannfelag og melda seg inn í Starvsmannafelagið, er støðan ein onnur.
- So verður tórført at tvíhalda um, at Havnar Arbeiðsmannafelag skal varðveita samráððingarrættin, staðfestir Snorri Fjallsbak.
Hinvegin kann eisini staðfestast, at enn eru nakrir portørar eftir, sum eru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag og sum ikki vilja skifta yvir í Starvsmannafelagið.
Les eisini greinina: Standa fast við hóttan um verkfall









