Føroyska sjúkrahúsverkið hevur onga elektroniska sjúklingajournal.
Hetta er ein stórur trupulleiki, sum Bill Justinussen landsstýrismaður hevur sett sær fyri at gera nakað við. Á landsstýrisfundi mikudagin fekk hann grønt ljós frá landsstýrinum at fara undir arbeiðið.
Nú verða fólk sett at kanna, hvørja skipan landssjúkrahúsið skal hava. Sum Sosialurin skilir, er hetta ikki løtuverk, tí sera ymiskar áskoðanir eru um, hvør skipan er tann rætta. Løgtingið hevur sett 1,6 milliónir krónur av til at finna eina skipan, sum hóskar seg til føroyska sjúkrahúsverkið. Í fjør vóru 2,6 milliónir settar av, men tær vóru ongantíð brúktar.
Sum er, eru mannagongdirnar sera ymiskar í føroyska sjúkrahúsverkinum. Ymsu skipanirnar samskifta illa saman, og meginparturin av skrásetingini av sjúklingum gongur fyri seg við hond. Samskifti millum eitt nú kommunulæknar og sjúkrahús er við brævaskifti, og yvirhøvur er føroyska sjúkrahúsverkið afturútsiglt, tá tað kemur til skráseting av sjúklingum.
Tað fer helst at kosta upp í 10 milliónir krónur at fáa alt sjúkrahúsverkið at tosa sama mál. Ætlanin er at nýggja elektroniska skipanin skal fevna um so stóran part av sjúkrahúsverkinum sum gjørligt.