Sjúklingahotellið í Keypmannahavn

Havi lisið tær greinar, sum hava verið í Sosialinum seinastu dagarnar og ivist ikki í, at báðir teir involveraðu partarnir ? sjúklingarnir og tey, sum arbeiða á hotellinum, eru einig í, at støðan, sum hon hevur verið seinastu tíðina, er ikki nøktandi og sera ótrygg fyri sjúklingarnir á hotellinum, og ger tað heldur ikki lætt at verða sjúkrarøktari á hotellinum.
Var hetta leigumálið besta loysnin???

At leigan av hesum bústaðarblokki á Eysturbrúgv bleiv hildin at verða besta loysnin, tá hon var tikin, er ivaleyst heldur onki at ivast í ? men sæð út frá tí, sum er komið fram um viðurskiftini aftaná, tá manglar, feilir og vanrøktlíknandi viðurskifti frá ánarans síðu av húsunum gera um seg, so kann ikki sigast annað enn, at hetta er ein stór feilíløga frá myndugleikans síðu.
Mín metan er, at leigarin t.e. Føroya Landsstýri má seta ein skjóttarbeiðandi bólk at gera eina niðurstøðu um bústaðarviðurskiftini og evt. manglar við leigumálinum og tilmæli um, hvat eigur at gerast frameftir fyri at gera viðurskiftini fyri sjúklingarnir nøktandi ? bæði sosialt og mentalt.
Ongin ivið er um, at starvsfólkið ger sítt allarbesta fyri, at hvør einasti sjúklingur skal føla seg tryggan meðan viðkomandi er til sjúkraviðger í Danmark .
Vit mugu ikki gloyma, at her koma fólk í øllum aldursbólkum til viðgerðar og oftast eru tað sera álvarsamar sjúkur, sum verða viðgjørdar uttan fyri landaoddarnir ? tí haldi eg eisini, at vit mugu geva hesum fólkum tey allarbestu kor at búleikast undir, meðan tey eru stødd heimanífrá.
Eitt sjúklingahotell er, um man so má siga, nr. 2 heim hjá mongum sjúklingum, tí oftani eru tað viðgerðir, sum taka langa tíð, eins og sjúklingar bíða í mánaðir og ár eftir t.d. at fáa skift organir á einum slíkum stað.
Tað at sita á 4. og 5. hædd í einum gomlum illa viðlíkahildnum bústaðarblokki á Eysturbrúgv man verða ein sera stórur belastningur fyri flestu føringar, sum eru vanir við náttúru, sjógv og reina luft, og tað er nakað, sum ikki fæst eyga á yvirhøvur í hesum blokki.
Mong av hesum fólkum eru heldur ikki før fyri at ganga ? hvørki stuttar ella longri teinar, og tí skuldi umhvørvið fyri sjúklingahotellið verið eitt heilt annað enn tað er ídag.
Vit kunnu bert hyggja at tí húsinum, sum grønlendingar hava í Gentofte ? tað er munur á facilitetum.
20 ára leigumál
Hotellið er leigað sum skilst 17-18 ár fram í tíðina og kann ein so spyrja seg, um ikki ein betri loysn hevði verið at keypt facilititir, sum vóru nøktandi???
Eisini kann spyrjast, um tað t. d. er neyðugt at leggja hotellið/íbúðirnar liggja mitt í Keypmannahavn?
Kundi t.d ikki verið funnin nøktandi hotellfacilitetir í 15-20 min. koyring frá Keypmannahavn, har fólk vóru í grønum umhvørvi ? kanska eisini tætt við sjógvin, har bæði børn og eldri kundu nýtt nátturuna?
Hvussu er við verðandi leigusattmála? ? er tað ikki møguligt um neyðugt. at verða loystur frá honum orsakað av umstøðunum og finna arða betri loysn??
Keypið ella byggið annað hotell!
Ístaðin fyri at leiga fyri milliónir um árið, hví so ikki heldur hugsa langsiktað og antin keypa ella byggja ein facilitet, sum nøktar tørvin langt fram í tíðina, og sum inniheldur allar tær funktiónir, sum ein vil skulu verða á slíkum stað fyri bæði ung og eldri.
Ein slík ætlan hevði eisini fingið góða fígging frá kreditfeløgum og hevði neyvan verið meira kostnaðarmikil fyri landið enn núverðandi leiguloysn.
Hetta mál má hava fyrsta prioritet, og vóni eg, at Trivnaðarmálaráðharrin fær hetta málið avklárað skjótast og loysir tað á skilabesta hátt.