Sjúkir fiskimenn! Brotsmenn?

Jan Højgård, Toftir

Fiskimenn, ið hava fingið skaða ella á ein hvønn hátt stríðast við heilsuna, hava í langa tíð følt seg illa viðfarnar; ja fiskimenn kenna seg ofta verri fyri, enn teir ringastu brotsmennirnir.
Tað verður mangan tikið til, “ein skal verða sterkur fyri at vera sjúkur,” her verður víst til væntandi umsorgan frá almennari síðu. Nógv høvdu helst kallað tað ágang frá myndugleikum og almennum stovnum. Almannastovan, Tryggingasamband Føroya og aðrir stovnar hava ymsar forðingar, ið kunna gera tað trupult hjá fiskimanninum at fáa tað útgjald, sum hann hevur goldið fyri. Hetta verður á fakmáli rópt tekniskar forðingar. Slíkar forðingar kenna vit væl frá altjóða handli, og eru tær undanførslur fyri at sleppa frá at halda galdandi avtalur. Ein forðing, sum fiskimenn renna seg í ferð eftir ferð er, at teir eru ov seinir at boða frá skaðanum, teimum hevur verið fyri. Hetta hevur ført við sær, at fleiri fiskimenn ikki rættliga hava hættað sær undir, at kravt teirra rætt sum borgarar í hesum landi. So kann ein velja at kalla tað eina tekniska forðing ella sálarligan ágang. Úrslitið verður tað sama, fiskimaðurin verður við sviðið so.
Tað er tí neyðugt, at nakað verður gjørt, um fiskimenn skulu fáa nakað, sum teir bæði hava goldið fyri og hava uppiborið. Men ein kann ikki vænta, at tey sum vara av slíkum málum, fara at geva fiskimanninum tað hann eigur. Millum hesi fólk tykist breið semja verða um, at vanligur mannarættur ikki er so umráðandi, tá talan er um fiskimenn. Dømi: ein løgfrøðingur sigur í ramasta álvara, at fleiri lógarbrot, sum vórðu staðfest á Almannastovuni vóru í fínasta lagi. Niðurstøðan hjá hesum fólkum er tann, at eitt nú fiskimenn ikki eru vardir av lógini. Tí er bara eitt at gera hjá fiskimonnum, tað er at berjast fyri sínum rætti. Hesin rættur skal vinnast við at leggja trýst á myndugleikarnar, um neyðugt, skal flotin verða lagdur. Flotin skuldi verið lagdur fyri fleiri árum síðani, tí so høvdu bæði myndugleikar og reiðarar verið noyddir at givið fiskimonnum tað, teir høvdu uppiborið tá, og uppgávan hjá komandi formanni í Fiskimannafelagnum hevði verið munandi lættari nú. Men eg eri klárur til hesa uppgávu og gleði meg at stríðast fyri tann føroyska fiskimannin, sum er stoltleiki Føroya.