Sambært lógaruppskotinum um nýggja barsilsskipan hevur barnakona rætt at fara í barnsburðarfaloyvi, tá mett verður, at fýra vikur eru eftir til barnsburð. Í tí føri, at heilsuvandi stendst av at vera til arbeiðis, kann kvinnan við læknaváttan fara í farloyvi áðrenn. Tó ikki áðrenn 13 vikur eru eftir til, at kvinnan skal eiga.
Lisbeth L. Petersen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, vísti í síni framløgu undir fyrstu viðgerð av lógaruppskotinum um barsilsskipan á, at tað eru kvinnur sum gerast sjúkar áðrenn 13 vikur eru eftir til barnsburð, og at hesar eru fyri vanbýti, tí tær eru ikki umfataðar av nakrari skipan, sum ger, at tey kunnu fáa endurgjald vegna lønarmiss.
- Onnur, ið gerast sjúk, kunnu fáa løn ella peningaveiting upp til 24 vikur, meðan ein barnakona bert fær í 13 vikur, segði hon.
Eingin tíðarfreist
Eisini Marius Dam, tinglimur úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana, tinglimur úr Miðflokkinum, báðir kommunulæknar, vístu á henda órættin barnakonur eru fyri.
- Møguleikin fyri, at barnakona kann fara í sjúkrafarloyvi eigur at verða betri. Ein gongd leið er, at eingin tíðarfreist verður ásett, soleiðis at barnakonan fær farloyvi frá tí degi, at vandi er fyri mammu og barn at vera til arbeiðis, segði Marius Dam.
Bjarni Djurholm, ið vegna landsstýrið hevur lagt uppskotið fyri tingið, segði, at spurningurin skal takast til viðgerðar.
- Vit eiga at finna fram til, um tað er nøkur skipan, sum kann verða galdandi fyri tær kvinnur, sum gerast sjúkar áðrenn 13 vikur eru eftir til barnsburð. Men hetta er eisini ein spurningur um pengar.