Tað hevur Føroya rættur staðfest.
Í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fyri aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag í gjár, vísti Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag á, at felagið hevði vunnið eitt sakarmál um sjúkradagpening í sambandi við seinasta verkfall.
Talan var um tveir løntakarar, sum løgdust sjúkir beint undan verkfallinum í 2001 og tí ikki kundi vera við í teimum tiltøkum, sum Føroya Arbeiðarafelag skipaði fyri.
Men Almannastovan vildi ikki lata teir fáa sjúkradagpening, tí hon helt ikki, at teir høvdu rætt til tað.
Fyri at fáa sjúkradagpening, skal talan vera um mista inntøku. Og tá ið løntakari er raktur av verkfalli, hevur hann ikki nakran inntøkumiss og sostatt kann hann heldur ikki fáa sjúkradagpening, segði Almannastovan
Avgerðin varð kærd til kærunevndina í almannamálum, men hon staðfesti avgerðina hjá Almannastovuni.
Men Føroya Arbeiðarafelag gavst ikki so og legði tí málið fyri Føroya Rætt og rætturin
gav Føroya Arbeiðarafelag fult viðhald.
? Rætturin legði dent á,at tá ið løntakari vegna sjúku ikki fær tikið lut í teimum tiltøkum,sum fakfelagið skipar fyri undir verkfalli, og sostatt ikki kann fáa verkfalsstuðul, so er hetta at meta sum
inntøkumissur. Og tí skal løntakarin eisini hava sjúkradagpening.