Sjúka rak Biritu av pallinum

Kenda sjónleikarakvinnan Birita Mohr fekk í 2015 staðfest Alzheimer. Og tað var júst í sambandi við sjónleik, at tey nærmastu varnaðust, at Birita ikki var, sum hon plagdi at vera

Fyri fimm árum síðani fekk kenda sjónleikakvinnan Birita Mohr staðfest Alzheimer. Hóast sjúkan hevur merkt bæði Biritu og famijuna nógv, so gongur lívið víðari, og kvinnan Birita Mohr er her enn, hóast hon ikki er tann sama

Tá ið man fær Alzheimer, er hetta ikki nakað, sum bara rakar einstaka sjúklingin. Hetta ávirkar alla familjuna og onnur, sum eru rundan um. Men Birita og maðurin Egi Dam hava valt at taka ein dag í senn.

- Man nýtir hvønn dag, ið man hevur hvønnannan og síni nærmastu. Ommubørnini, sum eru seks í tali, tíma væl ommuna, og tey elstu royna at hjálpa ommuni. Tey hava stóra umsorgan fyri henni, og tað setur hon prís uppá. Tey elstu ommubørnini vita um sjúkuna, men tað hevur ikki broytt teirra máta at vera yvir fyri ommuni. Kanska er elsta ommudótturin, sum eisini eitur Birita, eitt sindur eyka eym um ommuna, sigur Egi Dam.

 

Lesið drúgva samrøðu við Biritu Mohr, Ega Dam og yngra sonin Ára Dam í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið.