Elisabeth Myllhamar, sum er fødd hin 24. september í 1949, hevur altíð verið ein virkin kvinna - ja, vit kunnu siga, at hon hevur verið ein nútímans kvinna, sum ongantíð hevur dugað at gingið heima. Í dag er hon 71 ár. Hon hevur sitið í bygdarráðnum í Skálavík tríggjar setur, men nú stillar hon ikki uppaftur. Hon hevur eisini verið skrivari í Skálavíkar kommunu síða hin 1. januar í 1985, og tað er hon framvegis.
- Eg haldi, tað er ein fyrimunur at duga at finna dyrnar, tá tíðin kemur, og nú havi eg valt at gevast í bygdarráðnum, sigur hon.
Elisabeth Myllhamar arbeiddi í meira enn 30 ár í handlinum á Mølini í Skálavík. Her byrjaði hon í mai mánaði í 1972 og arbeiddi, til handilin læt aftur í 2005. - Tey fyrstu fýra árini á Mølini var eg í handlinum burturav. Síðan fór eg á skrivstovuna at arbeiða, og sum skrivstovufólk í lítlari fyritøku hjálpti tú eisini til í handlinum, tá á stóð. Umframt handilin, høvdu vit eisini posthús og avgreiðslu fyri Føroya Bjór.
Men, tað var ikki nóg mikið hjá Elisabeth Myllhamar at arbeiða á Mølini. Í 1989 læt hon eisini upp egna kiosk og grillbar í Skálavík, og her hevði hon opið um kvøldarnar, tá handilin á Mølini var stongdur. - Eg fór eisini at selja matvørur, tá handilin á Mølini læt aftur í 2005. Tá sløkti eg friture-grýtuna, tí roykurin frá henni sampakkar ikki við sølu av matvørum annars. Eg hevði tó framvegis pylsur, hot-dog, búffar og ymiskt annað heilt til, eg læt aftur, sigur hon.
##med2##
Í fjør gjørdist Elisabeth Myllhamar sjúk og sá seg noydda at gevast við handilsvirkseminum. Í dag hevur hon tað nógv betri, og tað gongur tíbetur skjótt framá. - Eg veit, tað eru fleiri, sum sakna handilin, og tað eru fleiri, sum sakna at kunna keypa eina pylsu, hot-dog ella ein góðan burgara. Tað eru eisini tey, sum sakna at kunna keypa vanligu gerandisvørurnar. Hevur tú verið aðrastaðni og keypt, og okkurt vantar í keypinum, hevur tað verið so ómakaleyst at keypa í Skálavík, sigur hon.
Hóast Elisabeth Myllhamar hevur verið virkin, síðan hon var blaðung, sigur hon seg ongantíð í lívinum hava søkt eitt starv. - Nei, eg havi ongantíð søkt eitt starv. Tað hevur altíð verið soleiðis, at eg havi verið spurd, um eg kann koma til arbeiðis. Nú handilin í Skálavík er stongdur, dugi eg illa at venja meg við tað, og eg sakni at møta teimum ungu, sum vóru mær so trúføst, sigur Elisabeth Myllhamar.