Sjúka kostar nógvum børnum lívið

Í Vietnam hevur ein hond-, fót- og munnsjúka kostað meiri enn 80 børnum lívið higartil í ár, og nú krevur forsætisráðharrin, Nguyen Tan Dung, at heilsumyndugleikarnir herða tiltøkini ímóti teirri vandamiklu brunasjúkuni.

Forsætisráðharrin hevur biðið teir lokalu myndugleikarnar kring landið geva fólki betri ráð um, hvussu tey kunnu verja seg ímóti sjúkuni. Samstundis skulu fáa fáa boð um at halda húsini rein, tí tað hevur stóran týdning, sigur forsætisráðharrin.

Hond-, fót- og munnsjúkan er ein brunasjúka, og tað eru serliga pinkubørn og børn upp til tíggju ára aldur, sum fáa hana, og vil illa til, kann sjúkan vera lívshættislig.