Mikudagin mátti Sveinur Gaard Olsen gevast at venja nýggja sangin til X Factor kappingina í kvøld. Seinastu dagarnar hevur Sveinur verið sjúkur, og mikudagin gekk tað so illa við at syngja, at hann noyddist at gevast.
- Eg fekk í grundini slettis ikki sungið, so eg varð sendur til lækna og so heim. Eg skuldi bara hvíla meg og ansa eftir mær sjálvum. Eg havi havt fepur og ilt í hálsinum, men tað er blivið frægari nú, segði Sveinur Gaard Olsen á tíðindafundi hjá X Factor í gjár.
- Eg rokni við at verða væl fyri til fríggjakvøldið, og áðrenn mann skal á pallin, fær mann jú eitt adrenalin kick, sum eisini hjálpir, sigur hann.
Aftur í 80’ini
Í kvøld er dance-tónleikur evnið fyri framførslunum. Tað er langt frá heimavøllur hjá Sveini, men hann hevur funnið ein sang, sum honum dámar væl og kennir seg tryggan við at framføra.
- Vit lurtaðu eftir nøkrum sangum, sum eg kundi syngja, men eg kendi einki av tí. So heldur enn at fara at taka okkurt av hesum nýggja plastikktónleikinum, valdi eg heldur at fara aftur í 80’ini og finna okkurt meira kitch, og so fall valið á Blue Monday hjá New Order, greiðir Sveinur frá.
9 luttakarar komu víðari til liveshowini, og nú eru tvey farin burturav. Sveinur hevur ikki verið í vanda enn, men hann roynir at hugsa sum minst um, at talan er um eina tónleikakapping.
- Tað er kanska mótsigandi X Factor konseptinum, men tað ber ikki til at kappast um tónleik. Tað er nakað, sum vit eru felags um, og eg vil fram um alt annað gera tað, sum eg kann standa inn fyri í hesi kappingini, sigur Sveinur.
X Factor er aftur á skránni á DR1 fríggjakvøldið kl. 19.00
Myndatekstur:
- Tað er kanska mótsigandi X Factor konseptinum, men tað ber ikki til at kappast um tónleik. Tað er nakað, sum vit eru felags um, og eg vil fram um alt annað gera tað, sum eg kann standa inn fyri í hesi kappingini, sigur Sveinur Gaard Olsen
Mynd: DR