Jógvan Telling er kendur úr tónleikinum, men álvarsliga sjúkan, honum var fyri tíðliga í nítiárunum, tók førleikan frá honum at spæla á ljóðføri. Millum avleiðingarnar av sjúkuni gjørdist hann lamin í høgra armi og høgru hond. Men Jógvan vildi ikki gevast á hendur, tó at høgri armur og hond ikki longur vildu tað, sum hann vildi. Hann fór at mála við akryl-og oljumáling, og fyri 2-3 árum síðan hevði hann sína fyrstu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Fríggjadagin letur hann nýggja framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við umleið 30-40 forvitnisligum og litríkum málningum.
Jógvan Telling
Smiðjan í Lítluvík í Havn
Frá 1/11 til 7/11