Tað var ein lítillátin Guðrun vit hittu eftir dystin. Hon vildi als onga æru taka sjálv og rósti verjuni hjá Tjaldrinum upp til skýggja. Tú spælir ein branddyst í dag. Hevur tú gjørt tær nakrar serstakar fyrireikingar til dystin?
- Nei, als ikki. Eg havi ikki vant síðani vit spældu seinnu semi-finaluna hóskvøldið ímóti Stíf. Eg havi ligið heima sjúk.
Steypafinalan verður nú leygardagin. Hvussu sært tú uppá ta uppgávuna? –
- Leygardagin er alt opið. Nú hava vit prógvað hvat vit megna og var hetta avgjørt ein góð byrjan til leygardagin. Sjálvandi hava tær meir royndir og eru meira vanar at vera í slíkum støðum, men tá tað er sagt, so hava vit eisini nakrar útlendingar, ið avgjørt hava nógvar royndir.










