Sjúk manning seinkar Smyrli

Tá Smyril skuldi fara av Havnini í kvøld klokkan tjúgu, varð ein av manningini sjúkur, og hetta seinkaði skipinum í tjúgu minuttir Smyril skal hava ávíst tal av fólki umborð, ávíst tal av manning, fyri at kunna sigla. Og tað hevur hann eisini. Vanliga. Men í kvøld gjørdist ein av manningini so sjúkur, at hann mátti í land.

Hetta hevði við sær, at skipið gjørdist undirmannað og kundi tí ikki sigla. Neyðugt var tí í skuldi at fáa fatur á avloysara fyri sjúka mannin, so Smyril kundi loysa.

Tað eydnaðist enntá sera skjótt at finna hendan avloysaran, og so kundi Smyril loysa frá kei í Havnini bert tjúgu minuttir seinkaður.