Sjúk børn fáa ergoterapi fyrsta dagin

Um fáar dagar verður nýggjur sáttmáli undirskrivaður ímillum Heilsumálaráðið og Ergoterapeutfelagið, sum tryggjar, at tey børn, sum hava verið við sviðusoð í sáttmálaloysinum, fáa nú aftur hjálpina, tey hava tørv á. Tað siga Ergoterapeutfelagið øðrumegin og Heilsumálaráðið og Heilsutrygd hinumegin, nú í eini felags fráboðan.

Tey siga, at samráðingar hava verið í dag um sáttmála fyri teir privatu ergoterapeutarnar. Og tær samráðingarnar hava gingið so mikið væl, at partarnir nú eru samdir um innihaldið í einum nýggjum sáttmála.

- Ergoterapeutfelagið, Heilsumálaráðið og Heilsutrygd eru sera fegin um, at partarnir eru samdir um innihaldið í sáttmálanum, siga partarnir í felags fráboðan.

Tey boða eisini frá, at sáttmálin verður undirskrivaður um nakrar fáar dagar.