Sjúk av yvirtíð

Kelda: Sunnhetsbladet

The National Institute for Occupation Safety and Healt (NIOSH) í USA hava samlað saman úrslitið av 52 kanningum í tíðarskeiðunum 1995-2002. Hetta vóru kanningar um samanhangið millum tað at fólk arbeiða ov nógv yvir, sjúku og avrikið tey fremja í arbeiðinum. Yvirtíð verður her roknað sum arbeiði í meira enn 40 tímar um vikuna.

Samlaðu úrslitini av teimum flestu av hesum kanningum vóru ikki serliga hugalig, tey vístu nevniliga at ov nógv yvirtíð kann føra til verri heilsu, meira sjúkrafráveru og eisini í ringasta føri deyða.

Eisini vístu kanningarnar, at fólk sum hava so nógv at gera, at tey í longri tíð kenna seg noydd at arbeiða yvir, í nógvum førum falla fyri at roykja ov nógv, drekka ov nógv alkohol, samstundis sum tey taka upp á í vekt, og úrslitið av teirra arbeiði bara versnar.