Sjúk av rúmdarsteini

Umleið 200 fólk í Peru eru vorðin sjúk av einum rúmdarsteini, sum datt niður í Andesfjøllunum seinasta vikuskiftið

-Vit vita ikki rættiliga, hvat er á vási, sigur Jorge Lopez.

 

Sum leiðari hjá heilsumyndugleikunum í peruanska landspartinum Puno hevur hann verið á staðnum, har ein rúmdarsteinur datt niður seinasta vikuskiftið. Læknar í økinum vita um eini 200 fólk, sum hava kært seg um høvuðpínu, kvalma og trupulleikar við andadráttinum teir seinastu dagarnar, og teir duga ikki at síggja annað, enn at sjúkan hevur eitt ella annað samband við rúmdarsteinin.

 

-Tað er ikki óhugsandi, at tann nógvi hitin, sum stóðst av sjálvum stoytinum, kann hava sent ymisk sløg av eitrandi gassi út í luftina, og at fólk so hava andað ta eitraðu luftina niður í seg, sigur Renan Ramirez, sum er stjóri á peruanska kjarnorkustovninum. Hann og hansara vísindafólk fara nú at kanna rúmdarsteinin nærri.