Síðani byrjað varð at máta hitan í heimahøvunum fyri 130 árum síðani, hevur sjógvurin ongantíð verið so heitur sum í summar. Tað sigur amerikanski veðurlagsstovnurin, ið vísir á, at í juli var meðalhitin í heimshøvunum 17 stig, sum er met. Lagt verður afturat, at við Arktis er hitin í sjónum nú fimm stig oman fyri meðalhitan.
Teir amerikonsku granskararnir siga, at tað er ikki óhugsandi, at heimshøvini hava verið uppaftur heitari í august enn í juli, og at hesin mánaðurin tí fer at seta enn eitt met.
Seinast heimshøvini vóru óvanliga heit var í nítiárunum upp undir tað serliga kyrrahavsfyribrigdið El Nino. Granskarar siga, at umstøðurnar nú líkjast teimum, sum tá vóru. Eitt nú er sjógvurin í Meksikanska Flógvanum heili 32 stig, siga amerikonsku granskararnir.