Sjøgren, Smokie og Doodle Bugs til Føroya

Í heyst fáa Føroyar vitjan av kenda svenska sangaranum Christer Sjøgren, sum verður í høllini á Hálsi í Havn 24. september. Tann 22. oktober vitja Doodle Bugs aftur í Føroyum, og 1. oktober koma Smokie til Føroya


Heystið verður tónleikaliga sera fjølbroytt, tí tað frættist um fleiri tónleikabólkar og einstaklingar, sum ætla til Føroyra.

Christer Sjøgren

Tann 24. september kemur kendi svenski sangarin Christer Sjøgren til Føroya. Hann spælir tá í høllini á Hálsi í Havn. Vi sær hevur hann Erik Lihm Band og Hallur Joensen fer eisini á pallin.

Christer Sjøgren hevur verið virkin sangari í meira enn 40 ár. Umframt at standa á egnum beinum, var hann eisini sangari í sera kenda bólkinum Vikingarna, tá hesin koyrdi uppá tað besta, og fleiri kenna helst Christer Sjøgren frá júst tíðini við Vikingarna.

Men hann hevur bæði áðrenn og aftan á Vikingarna staðið á egnum beinum, og hevur klárað seg sera væl. Um tónleikaferð sína í ár, Kramgoa låtar 2011, sigur Sjøgren, at væntast kann gott og eldri tilfar, t.d. frá tíðini við Vikingarna, men eisini verður nýskrivað tilfar at hoyra.

Atgongumerki verða at fáa aftaná Summarfestivalin, sigur Jákup Zachariassen, ið stendur fyri at fáa Sjøgren til Føroya.

Doodle Bugs

Doodle Bugs eru gamlir í garði. Norski bólkurin gjørdist kendur við sanginum Lille Laila. Tá teir so vitjaðu í Føroyum í sjeytiárunum, gjørdust teir “heimskendir” í Føroyum, og teir vitjaðu rættiliga ofta í sjeyti- og áttatiárunum. Væl dámdi føroyingum henda norska bólkin, men eisini limunum í Doodle Bugs dámdi væl í Føroyum, tí teir hava fleiri sangir, ið snúgva seg um Føroyar. Eisini hava teir givið fløgu út við live-upptøkum úr Føroyum, og ætlandi hava teir nýggja fløgu klára innan vitjanina í Føroyum 22. oktober.

Tað eru óivað mong, ið minnast henda væl dámda norksa bólkin. Nú eru nøkur ár gingin, síðani teir vitjaðu í Føroyum, men ikki er óhugsandi, at talan verður um gleði at hittast aftur hjá bæði bólki og fólki.

Tað er Argja Bóltfelag, ið hevur boðið Doodle Bugs til Føroya, og har siga tey, at í næstum frættist nærri um atgongumerkjasøluna.


Smokie

Tann 1. oktober kemur kendi bólkurin Smokie til Føroya. Bólkurin hevur vitjað nakrar ferðir, og fjepparaskarin er stórur í Føroyum.

Smokie eru eisini gamlir í garði og eru kendir um allan heim, sum bólkur við eini rúgvu av lurtaravinarligum hittum. Smokie borga fyri góðum rock-poppi, ið rakar sera breiða fjøld.

Smokie spæla í høllini á Hálsi 1. oktober, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari.

Innan Smokie fara á pall í høllini, verður skipað fyri ymsum á Hotel Hafnia, har til ber at fáa ein betri bita, kamar, og fjepparar kunnu hitta Smokie limirnar, ið koma framvið at heilsa uppá og skriva autografar.