Bátastevna
Vestmanningar bjóða til bátastevnu tann 24. mei. Ætlandi skal stevnan líkjast teirri stevnuni, hildin varð í Vestmanna í fjør, siga fyrireikararnir.
Bátastevna er, sum navnið sigur, so nógv verður sjávlandi gjørt fyri, tey, sum sjóvegis koma til Vestmanna hendan leygardag í mei. Men hini, ið ætla sær at síggja ymisk av tiltøkunum, sum verða hildin í samband við stevnuna, sleppa eisini upp í part at hugna sær s,am við siglarunum.
Eitt nú verður skipað fyri stórum dansitiltaki í ítróttarhøllini í Vestmanna hetta kvøldið, har kendi Country Bólkurin úr Klaksvík fer at spæla, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi, sum sent er út um dagarnar.
Tað krevur annað enn bara undirhald at skipa fyri eini slíkari stevnu, og øll hesi fólkini, sum luttaka, skulu eisini hava at eta.
Tað verður gjørt á Føroya Fiskavirking, har skipað verður fyri stórari kantinu. Fyrireikararnir siga, at í ár eru tey betri útgjørd enn seinast, tá neyðugt varð at heitt á luttakarar úr Vestmanna um at halda seg aftur, so gestirnir líkasum fingu sítt. Í ár skal eingin avmarking vera í so máta, siga tey.
Sum rímiligt er liggur eisini annað enn bara hugni aftan fyri eitt slíkt tiltak. Tað er Vestmanna Ítróttarfelag, VÍF, sum skipar fyri, og vónin er at fáa nakrar krónur at loypa av, tá avtornar.
Ætlanin er at brúka tann peningin til nýggja kappróðrarneystið hjá felagnum, eins og rakstur og smíð av nýggjum kappróðrarbáti eisini skal fáa part, siga tey í Vestmanna.
VÍF letur eina nýggja Havfrúgv smíða. Havfrúgvin plagdi at vera fýrmannafarið hjá vestmenningum og man eisini fara at vera tað hesaferð, hóast einki stendur um tað í tíðindskrivinum.
Tað er Olaf Haldansen í Vestmanna, sum er farin undir at smíða bátin, og væntandi verður hann liðugur til kappróðrarárið 2003, sum alment byrjar á Norðoyðarstevnu.
Fyrireikararnir siga, at Bátastevnan skal gerast eitt árliga afturvendandi tiltak í Vestmanna.