Hetta álvarsmálið hava teir norðurlendsku umhvørvisverndarfelagsskapirnir sæð. Og teir vilja eisini fegnir gera vart við støðuna.
Í eini yvirlýsing eftir fund teirra í Føroyum koma teir við eini greiðari áheitan á Norðurlendska Ráðharraráðið um at greina út, hví talið av sjófugli minkar.
- Út frá hesum ynskja vit eisini at uppskot verða gjørd til at steðga hesi gongdini, siga millum onnur føroyingurin, Kári Thomsen sum umboðaði Føroya Náttúruverndarfelag á fundinum herfyri.
Hetta kann gerast við at ein bólkur við serfrøðingum verður settur og sum skal koma við tilráðingum til tingsetuna hjá ráðharraráðnum, sum byrjar á heysti 2007.
Hinir luttakararnir á ársfundinum vóru úr Danmark, Finlandi, Álandi, Noregi og Íslandi.
Eingin terna
Norðurlendski felagsskapurin viðgjørdi á ársfundinum støðuna hjá sjófuglinum við Føroyar.
- Eins og í øðrum londum er talan um eina ógvusliga afturgongd hjá fleiri av hesum fuglasløgum, sum verða útsett fyri umhvørviseitri og føðineyð.
- Fyri okkum er hetta eitt greitt tekin um álvarsomu gongdina í øko-skipanini, verður sagt í yvirlýsingini.
Víst verður á stóru afturgongdina hjá álkuni og lomviganum. Hesa gongdina sær ein eisini aftur í øðrum fuglasløgum í Norðurnoregi, Íslandi og Grønlandi. Orsøkin til hetta er í stóran mun tørvandi føði.
Norðøkið er eisini nógv rakt av fylgjunum av umhørviseitran. Finskir granskarar eru komnir fram til, at likka hevur so stórar nøgdir av eitri í sær, at pisurnar kunnu ikki upptaka føðsluna og doyggja tí.
Ternan er minkað við 30 % við Føroyar seinastu 20 árini. Komið er somuleiðis fram til, at ternan verpur nú tríggjar vikur seinni enn vanligt, - um hon yvirhøvur ger tað.
Úr Noregi frættist um at ternan fer frá reiðrinum eftir at hava vorpið. Fylgjan av hesum er, at ungin doyr og at ein í dag hevur heil fylki har ein ikki sær ternu.