Hósdagin var sjóforhoyr í málinum um, tá ið grønlendski trolarin Salleq rendi á Mýling og tveir smærri bátar, ið lógu við bryggju í Havn.
Við evstamark hjá blaðnum var sjóforhoyrið ikki liðugt, og tí ber ikki til hjá okkum enn at koma við nakrari niðurstøðu um, hvør orsøkin til óhappið var.
Vit fara tó í blaðnum í morgin at greiða nærri frá, hvat kom fram í sjóforhoyrinum í sambandi við óhappið á havnarvág 2. hvítusunnumorgun.