Sjófólk hittast til fundar

Í morgin heldur Føroya Fiskimannafelag landsfund, eins og Føroya Skipara-og Navigatørfelag og felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands halda sínar aðalfundir. Hetta er tann tíðin av árinum, tá flestu fiskimenn eru heima hjá familjum sínum. Tað er tí ikki av tilvild, at trý feløg hjá fiskimonnum, skiparum & navigatørum halda landsfund og aðalfundir sínar júst í morgin, 29. desember.

Føroya Fiskimannafelag hevur í nógv ár hildið sín landsfund millum jól og nýggjár, og soleiðis verður eisini í ár. Landsfundurin hjá Fiskimannafelagnum, sum verður í Norðurlandahúsinum, byrjar klokkan 10. Jan Otto Holm fer at siga frá um hagtøl og eftirlønir og Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak, fer at siga nøkur orð um fakfelagsarbeiði.

Klokkan 11 í morgin byrjar aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, og hesin verður á Hotel Tórshavn.

Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur 11 nevndarlimir, harav helvtin stendur fyri vali á hvørjum ári. Sitandi formaður, Eyðstein Djurhuus, sum hevur verið formaður í felagnum í fýra ár, stendur ikki fyri vali, men nevndin skipar seg av nýggjum eftir hvønn aðalfund.

Sum hitt triðja manningarfelagið, heldur Felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands eisini sín aðalfund í morgin. Hesin verður eisini í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 15

Jógvan Fagraklett, formaður í felagnum hjá føroyskum fiskimonnum uttanlands, sigur, at teir hava heitt á Hendrik Old um at verða gestarøðara á aðalfundinum, og hann hevur játtað at siga nøkur orð.

Hendrik Old hevur sum kunnugt latið seg stillað upp til formansvalið í Fiskimannafelgnum í kapping við sitandi formann, Jan Højgaard.