Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
------
Um Javnaðarflokkurin heldur, at sjómenn skulu hava minni, og alment lønt hava meir, so er tað ein ódámlig javning, har lagt verður eftir einum lítlum bólki av fólki, nevniliga teimum uml. 800 sjófólkinunum.
Javnaðarflokkurin hevur skotið upp lønarsteðg í tvey ár. Hetta váttar Eyðgunn Samuelsen í grein og Fólkaflokkurin tekur undir við hesum, men mælir samstundis til, saman við røð av øðrum tiltøkum yvir næstu fimm árini, at fáa hallið á fíggjarlógini burtur.
Lønarsteðgur á almenna arbeiðsmarknaðinum er ikki at taka nakað frá nøkrum, men bert at geva somu løn, tvs øll á almenna arbeiðsmarknaðinum fáa tað sama í løn næsta ár sum í ár.
At avtaka sjómansskattin, er at hækka skattin hjá sjómonnum, tvs at sjómenn fáa minni.
Um javnaðarflokkurin heldur at sjómenn skulu hava minni og alment sett hava meir, so er tað ein ódámlig javning, har lagt verður eftir einum lítlum bólki av fólki, nevniliga teimum uml. 800 sjófólkunum.
Sjófólkið hevur ikki havt lønarsteðg seinnu árini, men lønin er minka munandi í fiskivinnuni. Hjá summum fiskimonnum er lønarinntøkan minka við 50%. Hetta mátti Eyðgunn Samuelsen, sum býr í Klaksvík vita. Og so royna at taka meir frá teimum - álvaratos hvat hugsar javnaðarflokkurin fyri sær?
Tá byrðar skulu berast, er best at fleiri bera, ikki bert ein bólkur. Um skatturin hjá sjófólki verður óbroyttur og lønin hjá alment settum óbroytt, verða báðir bólkar viðgjørdir líka.
Er tað satt sum summi siga, at Javnaðarflokkurin altíð er har sum pengarnir hjá hinum eru?
At summi hava sera ilt av skattafrádráttin hjá sjómonnum er torført at skilja. Allir føroyingar, sum arbeiða í útlandinum hava ein frádrátt í skattinum, tað verið seg hondverkarar, sjófólk undir NIS og DIS o.s.fr.
Um fólk í almennum starvi fer arbeiðsørindi av landinum, fær persónurin uml. 400,- kr skattafrítt fyri hvønn dag í útlandinum.
Um fólk hava langt at koyra til arbeiðis letur landskassin ein koyristuðul og er tað neyðugt at búgva á arbeiðsstaðnum, fæst stuðul fyri dupult húsarhald.
Sjófólk, sum arbeiða á sjónum fáa eisini ein frádrátt. Yvirhøvur er talan um, at vit øll fáa frádrátt ella stuðul um vit arbeiða langt frá okkara heimi
Øll okkara grannalond geva eisini sjómannafrádrátt. Í Danmark fáa sjófólk ein skattafrádrátt uppá 56.900 kr. Í Norra er sjómanafrádrátturin 30%, men í mesta lagi 150.000 norskar. Í Føroyum er sjómannafrádrátturin 14%, men í mesta lagi 67.000.
Vanliga vilja vit samanbera okkum við grannalondini og tá tað kemur til sjómannafrádrátt, so er tað ikki nakað serføroyskt.










