Sjódepil á Drelnesi

Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, hevur skotið upp fyri tinginum upp at brúka saltsiloina á Drelnesi til sjósavn, ella sjódepil, sum hann nevnir tað

Útjaðaramenning

Sjódepil á Drelnesi við akvarium og skipasavni kann vera ein gott ískoyti til útjaðaramenningina, tosað verður so nógv um, heldur Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, sum hevur skotið upp fyri Løgtinginum at gera eitt slíkt savn í gomlu saltsiloini á Drelnesi.
?Hugskotið kom frá stjóranum á Feðraráðnum, Hera Niclasen, sigur Jóannes Eidesgaard. Sjálvur havi eg so borið tað niðan í Løgtingið.
Tað, sum hugskotsstillararnir kundu hugsað sær, er ein depil har eitt nú skipasøga og akvarium saman við møguleikum fyri mentanarligum tiltøkum eru. Eisini ber til at hava matstovu á staðnum, vísir Jóannes Eidesgaard á.
Hann nevnir, hvussu gjørt verður aðrastðani og undrast á, at einki sjósavn er í Føroyum.
?Taka vit Danmark sum dømi, hava tey har ein rúgvu av slíkum støðum, hóast tað, at fiskivinnan í mun til samfelagið annars bara er ein heilt lítil partur, og ikki sum hjá okkum næstan alt, sigur hann.
At tað kann tykjast onkrum at liggja avsíðis, heldur hann ikki vera nakran trupulleika.
?Tað er bara ein spurningur um at innstilla seg. Tað er at fara umborð á eina nýggja ferju og ferðast hálvanannan tíma ella so. Alt er á sama staði, sum ferjan leggur at. Og so verður kortini møguleiki at ferðast víðari í oynni.
Suðuroyggin hevur ligið frammalaga í fiskivinnuni, og eitt nú í slupptíðini var hon mestsum alt. Einki hava vit varðveitt at kalla frá teirri Tíðini, sum jú er grundarlagið undir samfelag okkara í dag. So upplagt hevði tað verið at havt eitt slíkt savn júst her, vísir Jóannes Eidesgaard á.
Eisini er sjálvur bygningurin nakað fyri seg. Fólk við skili fyri slíkum siga, at hendan konstruktiónin við boðaðum betongelementum er sera sjáldsom. Fáir slíkir bygningar eru til yvirhøvur, og her hjá okkum er bara tann eini. Tí er hann eisini áhugaverdur og eigur at verða varðveittur.
Men slíkt skal eisini fíggjast, og tað má so gerast ein landsuppgáva. Og júst her er tað so at útjaðarapolitikkurin kemur uppí. Tí ein slíkur depil hevði verið upplagdur at drigið ferðafólk til Suðuroynna, vísir Jóannes Eidesgaard á.