Sivic úti til 17. august

Fótbóltur: B36-venjarin er leikbannaður fyri sjey dystir

Tað kom rættiligt rok í, tá HB og B36 næstseinasta fríggjadag spældu seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Tað byrjaði við, at Allan Mørkøre hjá HB við støðuni 2-1 til B36 gjørdi fríspark móti B36-málverjanum Egin Høgnesen, og tað loypti øði í mong, bæði á og uttan fyri vøllin. Ein av teimum, sum østi seg, var B36-venjarin Tomislav Sivic, sum fór av bonkinum og inn á vøllin, har hann eftir øllum at døma sparkaði Allan Mørkøre.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur ikki sæð við blíðum eygum upp á hetta, og um vikuskiftið kom úrskurðurin: B36-venjarin er leikbannaður fram til 17. august. Tað merkir við øðrum orðum, at hann ikki kann virka sum hvørki venjari, spælari ella leiðari fyri B36 í dysti fyrr enn í 13. umfari av landskappingini. Tað er sunnudagin 23. august, tá B36 og ÍF skulu spæla í Gundadali.

Sostatt hevur Tomislav Sivic leikbann í átta dystir (tveir av teimum eru longu spældir ? móti B68 og TB ? tann fyrri áðrenn dómurin fall).

Harafturat skal hann ikki hava samband við spælararnar hjá sær í øllum førum ein tíma áðrenn dyst og skal ikki vera nærri enn fimm metrar frá girðingini undir dysti.

B36 umhugsar nú, um nakað skal gerast víðari við málið frá felagsins síðu. Um úrskurðurin hjá kappingarnevndini skal kærast fyri dómsnevndini, skal tað gerast í seinasta lagi hósdagin.

Í fjør fekk Tomislav Sivic leikbann í níggju dystir, men eftir at B36 hevði kært dómin, bleiv hann skorin niður í seks dystir.