Sivic steypa­vinn­ari í Ungarn

Fyrrverandi B36-venjarin hevur ført lið sítt, Kecsméti, til sigurs í steypakappingini í Ungarn

Tá Tomislav kom til felagið, hevði Kecsméti ongan tíð verið partur av fremstu deild­ini. Felagið hevði tá fingið nýggj­arar eigarar og nakað av peningi, og í Tomislav hildu tey seg hava funnið mannin, sum skuldi føra liðið móti nýggjum hæddum. – Og tað hevur hann gjørt, skrivar B36-heimasíðan.
Longu fyrsta árið vann lið­ið seg í bestu deildina, og við vanliga kompromisleysa stíl­inum, har álop er besta verjan, settu Tomislav og hansara menn seg alt fyri eitt í respekt í bestu deildini.
Her hevur liðið verið fastur partur, og nú er so eisini fyrsta stóra steypið komið til høldar. Hetta hendi mikudagin, tá Kecsméti spældi móti Videton, sum í ár hevur vunnið ung­arska meistaraheitið og sum eis­ini er eitt av siðvandu ungarsku stórfeløgunum.
Á Puskás stadion í Budapest munaði siðvenjan tó lítið. Foxi Kéthévoama skeyt hat-trick í dystinum, sum endaði við 3-2 sigri, og tað úrslitið ber við sær, at Tomislav og Kecsméti nú skulu fyrireika seg til euro­piskar uppgávur í kom­andi kapp­ingarári.