Fótbóltur
Seinastu trý kappingarárini hevur Tomislav staðið á odda fyri ungverska Kecskeméti , har hann hevur havt sera góð úrslit, og verður hann nýggjur U17-venjari, noyðist hann at siga farvæl til tann sessin.
Í serbisku miðlunum verður sagt, at tað bert er formalia eftir at avgreiða, áðrenn Tomislav verður settur í nýggja starvið, men sjálvur vil Tomislav als ikki vátta hetta.
- Nú fáa vit at síggja. Tað er rætt, at tað er ein møguleiki har, men eg havi framvegis sáttmála við Kecskeméti. Sjálvur eri eg í Egyptalandi og ferðist í løtuni, so eg fái ikki fyrihildið meg til tað, sum verður skrivað í miðlunum. Tað einasta eg veit, er at eg í løtuni havi venjarastarv í Ungarn, sigur Tomislav Sivic.
Kecskeméti er í løtuni á fjórðaftasta plássi í bestu ungeversku deildini. Eitt stig oman fyri niðurflytingarstrikuna.










