Síðani tað gjørdist greitt, at fyrsta mótstøðuliðið í Europa Cup í ár hjá jugoslaviska stórfelagnum Reyðu Sjørnu úr Beograd, fór at verða KÍ, hevur áhugin í Jugoslavia verið stórur fyri føroyskum fótbólti. Og onkuntíð man tað hava verið torførari hjá útlendsku fjølmiðlunum at fáa upplýsingar, enn tað hevur verið hesa ferð. KÍ venjarin er úr Jugoslavia ,og hann er hesar síðstu vikurnar ofta uppringdur úr heimlandinum.
? Jugoslavisku fjølmiðlarnir kenna ikki so heilt lítið til føroyskan fótbólt. Landsliðið hjá gamla Jugoslavia spældi ímóti Føroyum í 1991, og londini vóru aftur í sama HM undankappingarbólki í fyrstu kappingini sum Jugoslavia luttók í eftir, at viðurskiftini vóru broytt á Balkan.
Tað er Tomislav Sivic, sum greiðir frá. Tá vit spyrja hann, hvat landsmenninir, sum fáa løn fyri at kunna jugoslavar um fótbólt, vilja frætta úr Føroyum, so smílist Tomislav Sivic:
? Teir spyrja, hvat í allari víðu verð ein jugoslaviskur spælari og venjari ger í einum fjarskotnum oyggjalandi so langt úti í Atlantshavinum. Eg skal ikki dylja, at teirra fatan er, at Reyða Stjørnan fer ikki at fáa trupulleikar at koma víðari í næsta umfarið. Og tað er kanska ikki so undarligt, at teir hugsa soleiðis, tí í landsdystunum hava teir ikki havt nakrar trupulleikar.
Tølini siga, at Sivic hevur rætt. Í 1991 taptu Føroyar 7-0 í Beograd og 2-0 í Landskrona. Í 1996 taptu Føroyar 3-1 í Beograd (John Petersen minkaði í 2. hálvleiki um munin til 3-1) og á Svangaskarði var heilt galið hjá føroyingum, sum taptu 8-1 (Jan Allan Müller skoraði føroyska málið).
Tilboð um sáttmála
Í gjár nevndu vit, at Tomislav Sivic spældi í Reyðu Stjørnuni frá 1982 til 1985, tá hann var ungdómsspælari:
? Tá unglingaaldurin var av, bjóðaðu teir mær ein betri sáttmála. Eg tók ikki av, eg valdi at flyta aftur í barndómsfelagið.
Hví tókst tú ikki av?
? Treytin fyri sáttmálanum var, at teir tað fyrsta árið skuldu leiga meg út til eitt annað felag. Eg havi altíð gingið mínar egnu leiðir. Tá eg nú líti aftur á tíðina fyri fimtan árum síðani, so var tað kanska at spilla ein góðan møguleika burtur, at eg ikki vildi ganga undir treytirnar hjá teimum.
Hevur kannað gongdina
Tomislav Sivic er væl kunnaður um støðuna í Reyðu Stjørnu. Hann veit hvør spælari spælir á hvørjum plássinum, og hann veit, hvussu tað hevur gingist Reyðu Stjørnuni, sum hevur veirð í Eysturríki og fyrireikað seg til Europa Cup og nýggja kappingarárið:
? Milan Milanovic, sum var venjari hjá VB, hevur givið mær hentar upplýsingar. Men hann hevur eisini sagt mær, at teir í Reyðu Stjørnuni hava spurt seg fyri um KÍ, so teir eru eisini væl fyrireikaðir.
jh