Sivic leikbannaður til finaluna

Fyrrverandi VB-, B36-, og KÍ-venjarin hevur fingið umstríddan dóm, nú lið hansara skal spæla steypafinalu í Ungarn

 

 

Diosgyori, har Tomislav Sivic nú er venjari, vann fyri tveimum vikum síðani ungversku liga-cup, sum er lítla steypakappingin. Sunnudagin er lagt upp til sanna fótbóltsveitslu, tá stóra steypafinalan er á skránni. Her skal Diosgyori spæla móti Ujpest, sum er nummar 13 í bestu ungversku deildini, har Diosgyori er nummar fimm.

 

Men tað verður uttan Tomislav Sivic á beinkinum. Tað stendur greitt, eftir at felagið í kvøld fekk noktandi svar í einum mótmæli móti ungverska fótbóltssambandinum.

 

Fótbóltssambandið hevur dømt Sivic leikbannaðan fyri viðmerkingar, sum hann hevði um dómaran beint eftir dystarlok í landskappingardysti.

 

Sambært ungverskum miðlum undrast bæði venjarar og viðmerkjarar um dómin. Bæði tí viðmerkingarnar fullu í eini heitari løtu í sekundunum eftir dystarlok, og eisini tí fleiri vilja vera við, at aðrir venjarar hava verið munandi ljótari enn tað sama í sínum viðmerkingum. Ikki minst verður her fleiri ferðir sipað til venjaran hjá Videoton, sum er eitt av stóru feløgunum. Í Ungarn verður ofta tikið til, at stóru feløgini fáa bæði stuðul og serviðferð frá myndugleikunum.

 

Her og nú tykist tó einki at gera hjá Diosgyori og Tomislav. Felagið hevur kært úrskurðin, og tey hava kravt, at kæran fær uppsetandi virkna, soleiðis at bannið ikki fevnir um dystin nú sunnudagin, men hesum noktaði fótbóltssambandið at ganga á møti.