Fótbóltur
Síðani Sivic fór úr Føroyum síðsta heyst, hevur hann tikið nøkur venjaraskeið í Jugoslavia, og hann hevur annars tikið sær av løttum saman við konuni Miru og børnunum í heimbýnum Subotica, sum liggur har norði í Jugoslavia.
Sivic og konan eru sera fegin um nýggja starvið hjá honum, tí hetta er sum vera man ein sera stór viðurkenning. Sivic fer undir nýggju avbjóðingina í næstum, og hetta er fyrstu ferð, at ein venjari úr Subotica er settur í starv sum landsliðsvenjari.
Fyrsta uppgávan hjá Sivic verður kappingin millum U-16 landsliðini á Balkan. Hon verður hildin í Grikkalandi í næstum.
Yrkisleiðin sum venjari heldur sostatt fram hjá jugoslaviska fótbóltssambandinum, eftir at hann hevur roynt seg sum venjara hjá VB, B36 og KÍ í Føroyum. Sivic vann FM-heitið við B36 í 1997. Harumframt hevur hann royndir sum yrkisleikari í heimlandinum, Jugoslavia, Fraklandi og Íslandi.










