Sivic hóttir við sakarmáli

Tomislav Sivic hótti við endurgjaldskravi móti FC Spartak Subotica, sum ikki hevur rindað lønina, sum venjarin átti til góðar

Fótbóltur

Tomislav Sivic, sum ætlandi skuldi venda aftur til Føroya undir hesum kappingarárinum, hevur í seinastuni virkað sum venjari hjá Spartak Subotica í Serbia.
Her hevur tó ikki gingist nakað serligt, og tá Spartak um vikuskiftið tapti 7-1 fyri Borca, var hetta samstundis seinasti dysturin hjá Tomislav Sivic við stýrisvølin.
Kanska var úrslitið í sjálvum sær nóg mikið hjá leiðsluni. Men beinleiðis orsøkin til, at Sivic ikki longur er í felagnum, er, at hvørki hann ella hjálparvenjarar hansara hava fingið løn hendan mánaðin. Hósdagurin í farnu viku varð settur sum evstamark, og tá pengarnir framvegis ikki vóru komnir, møttu hvørki Tomislav ella hinir í venjarahópinum upp mánadagin.
Hetta verður av leiðsluni tulkað soleiðis, at Tomislav sjálvur hevur sagt upp, men hesum noktar venjarin tó fyri. Hann sigur við lokalu fjølmiðlarnar, at treytirnar í sáttmálanum ikki vórðu hildnar, tí leiðslan ikki skil á fíggjarviðurskiftunum hjá felagnum.
- Felagið virðir ikki okkara arbeiði, og nú vilja teir eisini snýta okkum fyri okkara samsýning, sigur Tomislav Sivic, sum nú hóttir við at stevna FC Spartak og stjóranum í felagnum.