Fótbóltur
Tað gekst ikki sum ætlað, tá Tomislav Sivic skuldi seta seg í landsliðsvenjarasessin hjá Uganda. Sáttmálin var annars komin upp á pláss, men tá hesin skuldi undirskrivast, vóru tøl og treytir als ikki tær somu, sum partarnir annars vóru komnir ásamt um.
Síðani hevur fyrrverandi VB-, B36 og KÍ-venjarin leitað sær eftir nýggjum avbjóðingum, og hesar tykist hann nú eisini hava fingið.
Tomislav er nevnliga settur sum venjari hjá FC Vozdovac, sum spælir í serbisku superliguni, og tað er ikki frítt, at nógv verður roknað av nýggja venjaranum. Kappingarárið í fjør endaði Vozdovac á fjórða plássi, og tí er lítið at ivast í, at tað eru heiðursmerki og europeiskur fótbóltur, sum er málið, nú farið verður undir nýtt kappnigarár.