Tá tað fyri stuttum kom fram, at Sivic skuldi gerast landsliðsvenjari, var hann eisini staddur í Uganda. Ta ferðina var hetta tó bert fyri at undirskriva sáttmála. Í dag ferðast Tomislav Sivic, kona hansara, Mira, og tey bæði børnini, sum tey hava, til Uganda, har tey ætlandi skulu búleikast
komandi fýra árini. Og sum skilst, so verður farið til verka alt fyri eitt. Longu fríggjadagin fer hann soleiðis til Tanzania, har hann skal hyggja at dysti millum stórfeløgini, Police og FC Villa.