Tað, sum hevur ljóðað seinastu dagarnar, varð veruleiki í gjárkvøldi. Tomislav Sivic verður nevnliga nýggjur venjari hjá VB/Sumba.
Tað vóru boðini, sum spælararnir fingu frá leiðsluni á spælarafundi í gjárkvøldið, og sum skilst er boðini væl móttikin millum spælararnar. Ikki minst, tí felagið hevði góð úrslit í 1996, tá Tomislav av fyrstan tíð kom til føroyskan fótbólt. Ta ferðina sum spælandi venjari hjá VB.
Eftir hetta fór hann til Havnar, har hann vandi B36 í trý ár. Og har hann millum annað var við til at tryggja felagnum fyrsta gullmerkið í 35 ár.
Árini 2000 og 2001 var hann venjari hjá KÍ, men siðani hevur tað verið uttanlands, at hann hevur roynt seg. Hann var venjari hja U-landsliðnum heima í Serbia, umframt at hann eisini hevur fingið royndir í bestu serbisku deildini. Eitt skifti tóktist hann eisini skula gerast næsti venjarin hjá Uganda, men hetta varð tó av ongum, tá fótbóltssambandið har ikki helt tey lyfti, sum annars vórðu givin.
Síðani hevur hann aftur virka sum venjari í Serbia, men har hava úrslitini tó verið rættiliga sveiggjandi.