Siumut úti av samráðingum um nýtt landsstýri

Drúgvi stjórnarflokkurin í Grønlandi, Siumut, verður ikki við í komandi landsstýrinum í Grønlandi.

 

Tað upplýsir formaðurin í andstøðuflokkinum Inuit Ataqatigiit (IA), Múte B. Egede, fyri blaðnum Sermitsiaq, AG.

Eftir valið til grønlendska landstingið, Inatsisartut, varð IA útnevndur sum sigursharri, eftir at flokkurin fekk 36,6 prosent av atkvøðunum. Harvið gjørdist IA størst flokkur og hevur fingið samráðingarleiðsluna upp í hendi.

Hetta verður tó uttan tingfólkini hjá Siumut.

Umframt politiskar ósemjur um eitt nú Kvanefjall námsætlanina vísir Múte B. Egede eisini á eina aðra orsøk til, at Siumut ikki verður við í samgonguni um næsta landsstýrið.

– Áðrenn vit fóru í smálutir, kundi eg staðfesta, at Siumut framvegis er merkt av ójavnvág og valdsstríði, sum er opið í fjølmiðlunum, sigur hann við Sermitsiaq, AG.

– Tað er frágreiðingin uppá, at vit ikki meta Siumut sum samstarvsfelaga, sum kann vera við til at skapa tann frið í framtíðar politiska arbeiðinum, sum neyðugur er.

Umframt javnaðarflokkinum Siumut eru eisini Demokratarnir farnir burtur úr samráðingunum.

Hinvegin samráðist IA nú við Naleraq og Atassut um at skipa landsstýri.

Atassut, sum er ein borgarligur flokkur, fekk umleið sjey prosent av atkvøðunum.

Naleraq, hvørs fremsta stevna er sjálvstøðugt Grønlandi, gjørdist triðistørsti flokkur við 12 prosentum av atkvøðunum.

/ritzau/