Siumut stóra framgongd

Hevði landstingsval verið í Grønlandi nú, hevði Siumut endurvunnið støðuna sum landsins størsti flokkur. Sambært einari nýggjari meiningakanning hevði flokkurin fingið 40,6 prosent av atkvøðunum og sostatt eitt vet meiri enn IA, sum hevði fingið 38,4 prosent.

Kanningin vísir, at Siumut hevur fingið nógvar nýggjar veljarar síðani tað sokallaða Sjálvstýrisvalið í 2009. Tá fekk flokkurin 26,8 prosent av atkvøðunum, meðan IA fekk 44,2 prosent.

Kanningin, sum blaðið Sermitsiaq hevur staðið fyri, vísir, at hóast framgongdina hjá Siumut og afturgongdina hjá IA hevði landsstýrissamgongan framvegis fingið meiriluta við 52,1 prosentum. Í tingmannabýti hevði støðan verið 16-15.