Erik Jensen, sum er formaður í grønlendska flokkinum Siumut, kann halda fram í starvinum. Tað gjørdist greitt, eftir at hann fekk 39 av 68 atkvøðum frá umboðsfólkunum á laNdsfundinum hjá flokkinum í Qasigiannguit.
Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Siumut er Javnaðarflokkurin í Grønlandi.
Erik Jensen hevur verið formaður í flokkinum síðani november í 2020. Hann koppaði táverandi formanninum Kim Kielsen, sum eisini stillaði upp til hetta valið.
Umframt Erik Jensen og Kim Kielsen stillaði eisini fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam upp sum valevni til oddasessin í flokkinum.
Kim Kielsen fekk 13 atkvøður og Aki-Mathilda Høegh-Dam fekk 16 atkvøður.
Erik Jesen er í formanstíð síni farin í stjórnarsamstarv við flokkin Inuit Ataqatigiit.
Siumut hevur ikki landsstýrisformannin – stjórnarleiðaran – sum eisini hevur verið eitt evni í valstríðnum um formanssessir.
Undan valinum segði Erik Jensen sambært Sermitsiaq í røðu síni, at »tað slepst ikki uttan um Siumut«, – tí flokkurin er skaptur úr hjartabankan fólksins«.
– Nú skulu vit í gongd við arbeiðið aftur – vit skulu góðtaka at fólk finna upp á at arbeiða fyri seg sjálvan – eg eri ein leiðari sum lurtar, fevnir og gevur øllum pláss – eg vil eisini leiða grønlendska samfelagið.
– Vit hava nógvar týdningarmiklar uppgávur í Siumut – ójavnin – fiskivinnulógirnar og strandafiskiskapin. Fiskimenn og veiðumenn skulu hava rættvísa viðgerð, tá tað snýr seg um kvotur. Tað er ikki fiskurin sum er forðingin – men verksmiðjur og móttøkustøðir, segði formaðurin.
Bæði Erik Jensen og Kim Kielsen vilja fegnir hava, at Grønlandi verður sjálvstøðugt. Báðir vilja tó syrgja fyri, at fólki stuðlar tilgongdini, og at landið búskaparliga er trygt, tá tað hendir.
Aki-Matilda Høegh-Dam fór til val uppá, at Grønland helst innan tíggju ár skal til fólkaatkvøðu um sjálvstýri.
Vivian Motzfeldst heldur fram sum næstforkvinna. Hon var einmælt vald til starvið.
Siumut er fyri, at Grønland skal vinna ráevni úr undirgrundini. Men vegna stjórnarsamstarvið við Inuit Ataqatigiit mátti flokkurin í februar í 2021 góðtaka, at hetta námsvirksemið varð bannað.
/ritzau/