Í grønlendska flokkinum Siumut stendur flokkurin oman fyri einstaklingar, sambært formanninum Erik Jensen, sum hevur noyðist at siga farvæl við ein atkvøðuslúk úr flokki sínum.
Hetta skrivaði hann í dag í einum tíðindaskrivi, har hann váttar, at Aki-Matilda Høegh-Dam er farin úr flokkinum, eftir at hon í gjár segði, at hon vildi leggja frá sær.
- Eitt grundleggjandi virði í Siumut er, at flokkurin er oman fyri einstaklingar. Vit eru ein felagsskapur, har politiskar avgerðir verða tiknar í felag og við virðing fyri okkara felags málum, sigur Erik Jensen.
Fráboðanin kemur eftir innanhýsis ósemju í stjórnarflokkinum Siumut, og eftir at Aki-Matilda Høegh-Dam hevur kravt størri fokus á grønlendskt sjálvræði í leiðsluni í flokkinum.
Floksformaðurin Erik Jensen hitti hana hósdagin.
Her boðaði hann frá, at hann fer at skipa fyri fólkaatkvøðu um møguligt grønlendskt sjálvræði í komandi valskeiði, um Siumut fær valdið eftir komandi val.
Tað verður mett sum ein valbumba undan valinum 11. mars.
Tað var tó ikki nóg mikið til at nøkta tørvin hjá Aki-Matildu Høegh-Dam og floksfelagan Kuno Fencker.
Tey bæði kravdu eina nógv greiðari viðurkenning av, at sjálvstýri hevur høga raðfesting í flokkinum. Men rákið hevur stuðul frá einum landsfundi, leggur Erik Jensen dent á.
- Hendan avgerðin er tikin út frá tí, at viðkomandi eftir øllum at døma ikki longur kann taka undir við grundleggjandi endamálunum hjá Siumut, herundir okkara visjón um eitt sjálvstøðugt Grønland, sum allir luttakarar á landsfundinum stuðla, sigur Erik Jensen.
Kuno Fencker, sum er makin hjá Aki-Matildu Høegh-Dam, sigur við grønlendska KNR, at hann fer at brúka vikuskiftið til at hugsa um sína framtíð í flokkinum.
Hann er varamaður og fekk 66 atkvøður á seinasta valinum til Inatsisartut.
Skal Aki-Matilda Høegh-Dam stovna ein nýggjan flokk at stilla upp til valið í Grønlandi, hevur hon bara nakrar fáar dagar at savna inn veljaraundirskriftir.
Freistin at lata inn undirskriftir at stovna nýggjan flokk er týsdagin.
Hon hevur áður sagt, at hon stillar ikki upp aftur til fólkatingið, har tað ber til at sita samstundis við sess í grønlendska fólkatinginum.
Í 2023 stillaði hon upp til formansvalið í Siumut, men tapti.
/Ritzau/